NSÍ og HB hava størstu favorittstøðurnar

Her eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar, ið vera leiktir í dag

Fýra dystir vera leiktir í Meistaradeildini hjá monnum í dag.

 

Klokkan 15 eru tveir dystir á skránni. Teir eru NSÍ-EB/Streymur og HB-B68. Klokkan 17.15 verður dystur á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og B36, og klokkan 18.30 byrjar dysturin undir Mýruhjalla á Skála millum Skála ÍF og Víking. 

 

Mánakvøldið klokkan 18.30 spæla AB og KÍ inni í Vika á Argjum. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystunum HB-B68 og 07 Vestur-B36.

 

Verður hugt eftir miðaloddsunum hjá altjóða veddingarfyritøkum, so hava NSÍ og HB eina sera stóra favorittstøðu. Víkingur og B36 hava eisini favorittleiklutin í sínum, men í ein minni mun sammett við NSÍ og HB.

 

HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar:

 

##med2##