Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar fóru vónríkar á vøllin í OBOS-høllini í Hamar í kvøld.
Storhamar hevði í 1. meistaraskapsfinaluni á útivølli vunnið 31-29 (15-14) á Sola, og kundi tí við sigri í kvøld tryggja sær meistaraheitið. Men soleiðis gekk ikki.
Sola vann dystin 29-26. Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa í hond hjá Storhamar. Sola var á odda 16-11 í steðginum. Tað merkir, at nú er støðan javnleikur 1-1 í samlaðu uppgerðini.
Av tí, at Sola vann grundspælið vera tað tær, ið fara at hava heimavøll í triðu og avgerandi meistaraskapsfinaluni.
Í kvøld skoraði Pernille tvey mál upp á fimm málroyndir, og hon vann liðnum eitt brotskast.











