Sambært amerikanskari fregnartænastu kann russiski forsetin, Vladimir Putin, næstu árini finna upp á at "testa" verjusamgonguna, Nato, við einum avmarkaðum álopi á eitt Nato-land.
Ávísin, The Wall Street Journal, skrivar, at amerikanskar fregnartænastufrágreiðingar vísa á ymiskar møguleikar, ið fevna um netálop - ella eina avmarkaða innrás í eitt Nato-land.
Áður hevur USA mett, at russiski forsetin fer ikki at gera seg inn á eitt Nato-land, so leingi, sum Russland er í kríggi í Ukraina.
Men, henda meting er broytt fyrr í ár, upplýsa amerikanskar keldur yvirfyri The Wall Street Journal.
Og her verður sagt, at Russland enntá longu í ár kann gera eina avmarkaða innrás í eitt Nato-land.
Orsøkin er, at russiski forsetin verður meira og meira kroystur av krígnum í Ukraina, eins og innanhýsis trýstið á forsetan at tryggja Russlandi ein sigur veksur.
Í summar hevur Ukraina framt málrættað álop á russiska oljuídnaðin og veitingarleiðir.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, eru ukrainsku álopini langt inni í Russlandi ein hevnd fyri, at Russland heldur fram við sinum álopum og ikki vil enda kríggið.
Útlendskir miðlar vita at siga, at Ukraina í seinastuni hevur lopið á eini 200 skip í Azovhavinum og Svartahavinum, sum eru partur av russiska skuggaflotanum.
Skuggaskip verða skipini rópt, sum sigla fyri Russland í royndini at koma uttan um revsitiltøkini, sum Evropa hevur sett í verk móti Russlandi fyri krígsførsluna í Ukraina.
Ukrainsku álopini á russiska oljuídnaðin og veitingarleiðirnar hava ført til, at í Russlandi vantar brennievni víða um landið, vita útlendskir miðlar at siga.
Meira um hetta kann lesast á leinkjuni her niðanfyri:
https://www.tv2.no/nyheter/putin-kan-sla-til-mot-et-nato-land-allerede-i-ar/19108145/










