Myndin er frá einum av óteljandi russisku álopunum á Ukraina hesi seinastu árini, síðan Russland gjørdi innrás í grannalandið seint í februar í 2022

Russar hava dripið 10 fólk í Kharkiv

Russland hevur ávarað Stórabretland, sum russar siga letur Ukraina bretskar dronur. Ávaringin kemur, eftir at Sunday Times hevur skrivað, at tvey bretsk feløg hava latið Ukraina dronur

Myndin er frá einum av óteljandi russisku álopunum á Ukraina hesi seinastu árini, síðan Russland gjørdi innrás í grannalandið seint í februar í 2022

Samstundis, sum ukrainski herurin hevur sent fleiri hundrað dronur móti russiska høvuðsstaðnum seinasta samdøgrið, hevur Russland í nátt lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv.

 

Guvernørurin í Kharkiv-økinum sigur, at 10 fólk eru dripin í russiska rakettálopinum á býin.

 

Soleiðis, sum sagt verður í aðrari grein her á In.fo í morgun, hava ukrainar rakt enn eina Wildberries-goymslu í russiska høvuðsstaðnum í nátt.

 

Síðan miðskeiðis í juli hevur tað eydnast ukrainum at raka umleið 20 Wildberries-goymslur kring um í Russlandi.

 

Ukrainar siga, at Wildberries selur dronur og ymiska hernaðarliga útgerð til russiska herin.

 

##med2##

 

NTB-tíðindastovan veit at siga, at Russland hevur ávarað Stórabretland, sum russar sigur letur Ukraina bretskar dronur.

 

Ávaringin kemur, eftir at Sunday Times hevur skrivað, at tvey bretsk feløg hava latið Ukraina dronur, sum eru sendar eftir málum í Russlandi.

 

- Stórabretland hevur verið ein av størstu stuðlunum hjá Ukraina, síðan Russland leyp á landið fyri hálvum fimta ári síðan, veit NTB at siga.

 

 

 

Myndin er frá einum av óteljandi russisku álopunum á Ukraina hesi seinastu árini, síðan Russland gjørdi innrás í grannalandið seint í februar í 2022

Eitt av mongu ukrainsku álopunum á eina Wildberries-goymslu