Tað sæst á nýggjum myndum frá evropeisku Copernicus-fylgisveinunum, sum samanbera støðuna í august 2025 við august í ár.
Serliga sjónlig er broytingin í Hyde Park mitt í London. Á fylgisveinamyndmynd frá 13. august í fjør er stórur partur av lendinum grønt, meðan sama økið 13. august í ár er vorðið brúnt orsakað av drúgva turkinum.
Sama mynd sæst, tá hugt verður at Suðuronglandi sum heild. Stór øki eru nógv brúnari í ár enn í fjør.
Sambært European Drought Observatory vóru 25 prosent av Onglandi í hægsta ávaringarbólkinum fyri turk við endan av juli, meðan 65 prosent vóru í næsthægsta ávaringarbólkinum.
Turkurin kemur eftir ein óvanliga heitt og turt summar. Ongland og Wales høvdu turrasta juli, síðan mátingarnar byrjaðu.
Copernicus nýtir fylgisveinar til millum annað at fylgja við turki, vatnstøðu og broytingum í gróðri kring Evropa.










