Tíðliga í morgun fekk Vágs havn vitjan av einum seglbáti, skrásettur í Fraklandi.
- Seglbáturin er komin úr Kirkwall í Orknoyggjum við seks fólkum umborð og fer víðari til Havnar eftir steðgin í Vági.
Í Vágs kommunu siga tey, at hetta er annar seglbáturin, sum hevur vitjað í ár, og hin fyrsti var longu í januar.
- 2025 gjørdist metár fyri vitjanir av seglbátum, tá 59 bátar við umleið 140 fólkum umborð vitjaðu í Vági.
- Seglbátarnir lógu í miðal tríggjar dagar í Vági.
Í Vági vísa tey á, at góða gongdin seinastu árini gevur góðar vónir til 2026.
- Spennandi verður at síggja, hvussu nógvar vitjanir verða komandi mánaðirnar, siga tey í Vágs kommunu.










