Skála ÍF hevur favorittstøðuna móti 07 Vestur

Her eru oddsini upp á dystin Skála ÍF-07 Vestur

Savnsmynd frá 2024

Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin í 12. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum leiktur undir Mýruhjalla á Skála, har heimaliðið tekur ímóti 07 Vestur.

 

R5 á Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Bæði Skála ÍF og 07 Vestur liggja undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum hvør. Tí er nógv at spæla fyri í kvøld. 

 

21. mars hittust liðini á Dungasandi í Sørvági í dysti í landskappingini, og 16. apríl á sama vølli í dysti í kappingini um løgmanssteypið. Í báðum førunum gjørdist talan um 1-0 sigrar til 07 Vestur.

 

Hóast hetta hevur Skála ÍF favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Skála ÍF liggja millum: 1,82 og 1,98.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum: 3,20 og 3,70. 

 

Oddsini upp á útisigur til 07 Vestur liggja millum: 3,15 og 3,75.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá 2024