Skopun nýggjan og enn størri postkassa

- Postkassin er kendur víða um – ikki bara í Føroyum, men eisini í útlandinum, og vit eru ógvuliga spent upp á teir møguleikar, sum vit fáa við nýggja postkassanum, sigur borgarstjórin

 

Í fjør heyst varð stóri postkassin, sum í fleiri ár hevur verið ein partur av ímyndini av Skopun, tikin niður, tí hann var í so ringum standi.

 

Men, í Skopun er eingin ivi um, at tey vilja hava ein nýggjan – og enn størri - postkassa, enn hin gamli var.

 

Marjun S. Debes, borgarstjóri, sigur, at tað eru umsjónarmenn hjá kommununi, sum nú eru í holt við at byggja ein nýggjan postpassa á økinum, har bygdarhúsið er, og har gamli postkassin stóð.

 

- Nýggi postkassin verður stoyptur upp, og síðan verður ovasti parturin úr timbri. Ætlanin var, at nýggi postkassin skuldi standa liðugur í summar, men hetta arbeiðið fer at taka tíð.

 

Borgarstjórin vísir á, at meðan hin gamli postkassin var einar sjey metrar høgur, verður nýggi postkassin 10 metrar høgur.

- Vit hava leigað forskallingar, og stoypiarbeiðið er komið nakað uppum helvtina.

 

##med2##

 

Marjun S. Debes sigur, at nýggi postkassin eitt nú fer at hava eina lítla íbúð, har fólk skulu kunnu leiga seg inn til gisting, og her verður eisini sølubúð, sum skal kunna brúkast av fleiri.

- Postkassin er kendur víða um – ikki bara í Føroyum, men eisini í útlandinum, og vit eru ógvuliga spent upp á teir møguleikar, sum her verða, sigur borgarstjórin.

 

##med3##