Sóley Sjúrðaberg úr Leirvík er sett í starv sum integratiónssamskipari fyri norðurøkið, sum fevnir um Fugloyar kommunu, Viðareiðis kommunu, Hvannasunds kommunu, Kunoyar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu.
Í integratiónslógini frá desember 2024 er ásett, at hvør kommuna í seinasta lagi hin 1. juli 2026 skal hava integratiónssamskipara, hvørs uppgáva er at menna integratiónstilgongdina, standa fyri integratiónsfremjandi tiltøkum og hava samband við tilflytarar við tí fyri eyga, at hesi skulu kenna seg sum partur av nærumhvørvinum.
Víðari heimilar lógin, at kommunur kunnu samstarva um integratión og samskiparar.
Við støði í hesum hava nevndu kommunur gjørt samstarvsavtalu um integratiónssamskipara fyri norðurøkið, sum telur umleið 10.500 íbúgvar. Hetta samstarv kann sigast at vera søguligt, tí hetta er fyrsta formliga samtykta samstarv av hesum slag millum kommunurnar báðu megin Norðoyatunnilin, sum læt upp fyri almennari ferðslu í apríl mánaði 2006.
Starvið sum integratiónssamskipari fyri norðurøkið varð lýst leyst, og inn komu 22 umsóknir.
##med2##
Sóley Sjúrðaberg er nú sett í starvið, og hon byrjar hin 1. mai 2026. Sóley, sum er 41 ára gomul, gjørdist master í heilsuvísindum í 2022 frá Fróðskaparsetri Føroya. Framman undan hesum hevði hon eitt nú útbúgving sum ergoterapeutur í 2011.
- Umframt fleiri ára starvsroyndir sum ergoterapeutur hevur Sóley starvast sum varaleiðari í ergo- og fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum og sum leiðandi ergoterapeutur á fysio- og ergoterapieindini Ven og Virka hjá NBH, sum er Norðoya Bú-og Heimatænasta.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag verður sagt, at í sínum størvum hevur Sóley vunnið sær hollar royndir innan almenna leiðslu og menning av tænastum, har partar av ábyrgdum hennara hava verið at virka fyri at byggja upp og skipa nýggj arbeiðsøki frá grundini, seta kós fyri góðskukrøvum og arbeiðsgongdum og at samstarva tvørfakliga.
Harumframt hevur hon drúgvar royndir innan vegleiðing og undirvísing.
- Arbeiðsøkið integratiónssamskiparans fevnir um allar kommunurnar í norðurøkinum, og tann formliga starvssetanin er hjá Klaksvíkar kommunu. Fasta staðsetingin er hjá Klaksvíkar kommunu í tøttum samstarvi við allar kommununar í samstarvinum, og samskiparin fer eisini at hava regluligar arbeiðsdagar hjá teimum, verður lagt aftrat.











