Stórhøllin í Hoyvík fær 10 milliónir krónur

Løgtingið hevur játtað 30 milliónir krónur til stórhøllina í Hoyvík

Verkætlanin stórhøll í Hoyvík er skipað í sjálvsognarstovnin Føroya Arena, sum hevur til endamáls at byggja stórhøllina og harumframt at umsita og fyrisita høllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu. Verkætlanin er fult í gongd. 

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fer Almanna- og mentamálaráðið at seta neyðugar treytir, ið skulu verða uppfyltar, áðrenn stuðul verður veittur, herundir at høllin skal lúka øll altjóða krøv sum hondbólts- og flogbóltshøll. 

Játtaðar vórðu 5 mió. kr. í bæði 2022 og 2023, og 10 mió. kr. í 2024 til endamálið. Sambært løgtingslóg nr. 128 frá 1. desember 2023 er heimild fyri, at landið letur 30 mió. kr. í stuðli til at byggja stórhøll í Hoyvík. 

Í 2025 verða 10 mió. kr. játtaðar til endamálið. Sambært sjálvsognarstovninum Føroya Arena væntast verkætlanin at verða liðug á vári 2025.