Altíð onkur túrur í kalendaranum

- Tað hevur størri týdning, hvørjum eg skal ferðast saman við, enn hvagar leiðin gongur, sigur Bára Krosslá Mortensen, sum fer at súkkla til París í summar

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Eg skal nakrar túrar av landinum nú í juni og juli. Annars so verður restin av summarinum í Føroyum.

 

Tað sigur Bára Krosslá Mortensen.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Mínar feriuplanir í summar eru eitt sindur serligar í ár. Eg skal við einum landsliði til Svøríkis, har eg eri fysioterapeutur. So skal eg súkkla við Team Rynkeby til París.

 

Bára heldur, at báðir túrarnir eru spennandi, og hon gleðir seg. Síðan verður restin av feriuni í Føroyum saman við familjuni. 

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Eg havi verið í flestu oyggjum í Føroyum, mangli tó Hest og Koltur. Hesar oyggjar ætli eg mær at vitja í summar, og vónandi fer tað at eydnast. 

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Mær dámar væl at ferðast, serliga er tað upplivingar í ymisku felagsskapunum, sum mær dámar best, eitt nú at fylgja landsliðum, súkkluferðir, o.s.fv.

 

Bára Krosslá Mortensen vísir á, at tað hevur ikki so stóran týdning fyri hana, at farið verður so langan veg út at ferðast. Ein túrur til Danmarkar saman við familjuni er altíð góður.

 

##med2##

 

- Tað hevur størri týdning, hvørjum eg skal ferðast saman við, enn hvagar leiðin gongur.

 

Og at enda leggur hon aftrat:

 

- Tað at hava nakað at síggja fram til og gleða seg til, hevur eisini nógv at siga. Tí er altíð onkur túrur á skránni í mínum kalendara, sigur Bára Krosslá Mortensen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: Dreymaferðin er í sólini sunnanfyri

 

https://www.in.fo/news-detail/dreymaferdin-er-i-solini-sunnanfyri