Hóast fleiri fólk seinastu dagarnar eru tikin fyri at smugla rúsevni innvortis til Føroya umvegis flogvøllin í Vágum, so var talan um falskan alarm í gjár, tá eitt ferðafólk varð handtikið og tikið við í skannaran á Landssjúkrahúsinum.
Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Løgreglan tók í gjár eisini ein persón í Vágum, sum er skuldsettur fyri at koyra bil rúsevnaávirkaður. Blóðroynd er tikin, og so koyrir tað málið annars víðari í rættarskipanini.










