Beint fyri klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um dronuflúgving við Trælanípuna.
Ein patrulja fór á staðið og fekk fatur á útlendinginum, sum hevði flogið dronuna. Løgreglan hitti viðkomandi við kioskina, haðani fólk ganga út á Trælanípuna.
Viðkomandi viðgekk at hava flogið dronuna, og løgreglan tók hana við sær til kanningar.
Orsøkin er, at dronan varð flogin alt ov nær Vága floghavn. Viðkomandi skal á politistøðina í dag, har hann væntandi fær eina bót. Løgreglan væntar eisini, at hald verður lagt á dronuna. Talan kann tí gerast um eina dýra dronuflúgving hjá hesum ferðamanni.











