Í 28 ár hava norðmenn bíðað eftir, at teirra manslandslið í fótbólti sleppur at kappast í einum HM-endaspæli. Samstundis eru 26 ára síðani, at Noreg tók lut í einum EM-endaspæli.
Men nú hevur tjóðin vónir um, at Erling Braut Haaland, Martin Ødegaard og hinir fara at vinna Noregi heiður og æru í HM-endaspælinum.
Noreg er í innleiðandi HM-bólki I saman við Fraklandi, Fílabeinsstrondini og Irak.
Undir vanligum umstøðum átti tað at ført til, at túsindtals norskir fótbóltsfjepparar fóru til HM-endaspælið at stuðla sínum leikarum, men soleiðis er ikki í hesum førinum.
Sambært tíðindastovuni, NTB halda ov nógvir norskir fjepparar, at ferðing og uppihald kostar alt ov nógvan pening, og so eru tað eisini fjepparar , ið boykotta HM-endaspælið orsaka av amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Kim Balslev frá ferðaskrivstovuni, Expert Reiser sigur við NTB, at tey høvdu væntað væl fleiri fyrispurningar upp á HM-ferðir til USA, men tað hevur verið langt undir forvæntning.
Øyvind Rusten frá ferðaskrivstovuni, GTravel sigur, at eftir hansara tykki eru tað serliga høgu prísirnir, ið halda norðmonnum frá at keypa HM-ferðir til USA.
Noreg leggur fyri 16. juni við dysti móti Irak.










