Fox News: USA hevur aftur lopið á Iran

- USA hevur lopið á mál í býnum, Bandar Abbas, og á oynni, Qeshm, sum bæði liggja við Hormussundið, sigur amerikansk kelda við Fox News

Myndin úr Iran er tilvildarlig

Í kvøld hevur verið sagt frá fleiri spreingingum í Iran.

 

Fyrr í dag hevur iranski herurin sagt, at amerikanskar "deildir" vórðu álopnar, tá tær royndu at leypa á eitt iranskt tangaskip í Hormussundinum.

 

Almenna sjónvarpsrásin í Iran, IRIB, sigur, at amerikanskar "deildir" vórðu noyddar at taka seg aftur.

 

Ógreiða er um, hvørt talan er um amerikansk flogfør ella skip, sum Iran sipar til.

 

Hálvalmenna iranska tíðindastovan, Tasnim, sigur, at amerikanskar deildir vóru raktar í iranska álopinum.

 

Í kvøld hava iranskir miðlar sagt frá spreingingum í iranska havnarbýnum, Bandar Abbas og á oynni, Qeshm.

 

Bæði býurin og oyggin liggja við Hormussundið.

 

Sambært iransku tíðindastovuni, Mehr, hevur iranska loftverjan skotið niður fíggindaligar dronur.

 

- Tíðindini um nýggjar samanbrestir og spreingingar í Iran eru ikki váttað úr USA ella av øðrum ikki-iranskum keldum.

 

 

 

Myndin úr Iran er tilvildarlig