NSÍ hevur favorittleiklutin móti HB á heimavølli við Løkin

Her eru oddsini upp á dystin NSÍ-HB

Savnsmynd frá 2025

Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsti dysturin leiktur í níggjunda umfarinum í meistaradeildini hjá monnum. Talan er um dystin við Løkin í Runavík millum NSÍ og HB.

 

Dysturin sæst á Rás1 hjá Televarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

NSÍ er næstfremst í deildini við 17 stigum, og HB er nummar fimm við 11 stigum. 

 

Bæði í fjør og fyrraárið gjørdist talan um tveir HB-sigrar og ein NSÍ-sigur í teimum trimum innanhýsis dystunum í 2025 og 2024.

 

NSÍ hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til NSÍ liggja millum 1,81 og 2,07.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,40 og 3,79.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 3,00 og 3,50. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2025