Eitt mál um stuldur varð meldað til løgregluna í gjár. Ikki tí at stuldurin varð framdur í gjár, men tí at viðkomandi handil, sum meldaði, kendi vørur aftur, sum vóru lýstar til sølu á Rótikassanum á Facebook.
Løgreglan fór at kanna, hvør átti uppslagið við stolnu vørunum og fór so heim til viðkomandi. Har vóru fleiri aðrar stolnar vørur funnar.
Løgreglan fór síðani runt í ymsar handlar við vørunum, og tað vísti seg, at allar vørurnar eru stolnar í sama øki í Havn.
Viðkomandi er nú skuldsettur fyri stuldur.











