Tí tað verða bæði drápspartar, bátspartar og heimapartar. Vága kommuna skrivar, at skorið verður upp í morgun klokkan 10 til heimapartar inni á keiini í Miðvági. Vága kommuna heitir á borgarar um at møta upp og taka lut í arbeiðinum við at skera og heinta sín heimapart, sum er 1/2 skinn í part.
Grindin, sum legði beinini í Sandavági í dag, taldi 125 hval, og eru tilsamans 809 skinn merkt, av tí verða 140 skinn latið til heimapartar.
Kommunan heitir á øll, sum ætla sær eftir heimaparti, um at møta stundisliga og taka lut í felags arbeiðinum.











