Tilgjørd mynd

Fleiri klipp og bøtur fyri at tosa í telefon

Løgreglan tók í gjár fleiri bilførarar fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu bil

Tilgjørd mynd

Tað er dýrt at tosa í fartelefon, meðan tú koyrir bil. Tú fært bæði bót og klipp í koyrikortið.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn segði í morgun, at løgreglan í gjár tók tríggjar bilførarar fyri at tosa í fartelefon, meðan teir koyrdu bil. Ein var tikin um 11 tíðina í Havn. Ein var tikin í Eysturoy um middagsleitið og ein um eitt tíðina í Eysturkommunu í Eysturoy. Teir fáa allir klipp í koyrikortið og eina bót.

Løgreglan fekk eina fráboðan úr bygd í Eysturoy, at fólk gramdu seg um, at tey vóru órógvaði av dunnum hjá grannanum, sum komu inn í urtagarðin. Kommunan fekk boðini um tað, sigur vaktleiðarin.

Tvær ferðir vóru grindaboð í gjár. Tað fyrr var grindin, sum varð funnin við Bøsdalafoss í Vágum, og sum varð hildin til í Sandavági. Sagt var tá, at hvessingar vóru uppi í grindini, men at teir skiltust burturúr.

Seinn í gjár, um 15 tíðina, vóru grindaboð út fyri Kvívík. Tá vísti seg at vera hvessingar, so meira var ikki gjørt við tað, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

 

Tilgjørd mynd