Vaðhorn hevur virkað í meiri enn hálva øld

Tí bjóðar Vaðhorn øllum til hátíðarhald á Hulki leygardagin hin 6. juni, og her verður nógv á skránni

- Viljin at gera mun, ger mun.

 

Saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum hevur verið til í meira enn hálva øld. 

 

- Tí bjóðar virkið øllum til hátíðarhald á Hulki leygardagin 6. juni.

 

Skráin fyri hátíðarhaldið verður hendan:

 

Kl. 10:00: Vaðhorn bjóðar morgunmat

Kl. 11:00: Jógvan Gregersen, stjóri, bjóðar vælkomin og heiðrar 40 ára starvsdagin hjá Jansy Brøðraberg.

Kl. 11.10: Árni Gregersen sigur nøkur orð um bókina.

Kl. 11:30: Torbjørn Jacobsen sigur nøkur orð um Vaðhorn

Kl. 12:00: Pylsuvognur, saltfiskavognur og hoppiborgir lata upp.

Kl. 12:15: Jens Marni spælir á pallinum

Kl. 14:00: Tiltakið endar.

- Øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey á Vaðhorn í dag.

 

##med2##

 

Jansy Brøðraberg verður heiðrað fyri 40 ár í starvi hjá Vaðhorn