Uppflytararnir í 07 Vestur eiga framvegis fyrsta stigið til góða í næstbestu deildini. Í dag vóru teir ikki so langt frá javnleikinum, men at enda taptu teir 3-1 í Klaksvík.
Tað er nógv ferðsla a vøllinum í Klaksvík í dag. Klokkan 15 fara kvinnurnar at spæla ímóti meistarunum í NSÍ, og klokkan 19 fara menninir at spæla ímóti meistarunum í Víkingi.
Fyrsta bríksl í næstbestu deildini var klokkan 11. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Óli Sirdal heimaliðið á odda. Hetta var aðru ferð, at 19 ára gamli Óli Sirdal var málskjútti í 1. deild. FaroeSoccer veit at siga, at hann eisini skoraði 10. august 2023.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Hjalmar Gudmundsen til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla Hjalmari Gudmundsen í næstbestu deildini.
07 Vestur helt tørn um javnleikin, inntil tað restaðu 10 minuttir. Tá legði Helgi Simonsen heimaliðið á odda 2-1, og í næstsíðsta minutti var tað Jóan Petur Samson Jónsson, sum staðfesti 3-1 KÍ sigurin. 25 ára gamli Helgi Simonsen var fyri fyrstu ferð síðani í 2020 málskjútti í 1. deild, og Jóan Petur Samson Jónsson var málskjútti fyri aðru ferð í ár.
KÍ hevur sjey stig, og 07 Vestur hevur einki stig.
Næsti dystur hjá KÍ verður mikudagin á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Næsti dystur hjá 07 Vestur verður mikudagin á heimavølli ímóti NSÍ.