Nú mentanarnátt verður á Tvøroyri í kvøld, er nógv ymiskt á skránni, og aftur í ár er stóra uppsjóvarvirkið, Varðin Pelagic, við.
- Vit bjóða ymiskar brellbitar uttanfyri skrivstovubygningin, og hetta verður millum 18.30 og 20.30 í kvøld.
Á Facebook-vanganum hjá virkinum siga tey, at tey millum annað fara at bjóða svartkjaftaburgara, sild og makrel.
- Í ár verður eisini forkunnugur fyrilestur við Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, og framløgan verður klokkan 19 í stóra fundarhølinum í skrivstovubygninginum
Á Varðanum Pelagic siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin.
##med2##











