VIDEO: Brøndby vann trivaligan sigur undan dystinum móti HB

(Video) Síggj málini frá dystinum Brøndby-Silkeborg 3-0 (1-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Brøndby er væl fyri undan fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League móti HB á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19.45.

 

Brøndby legði fyri í donsku superliguni við at vinna trivaligan 3-0 sigur á Silkeborg á leikvøllinum í Brøndby, har HB kemur á vitjan 31. juli.

 

Stóri leikarin hjá Brøndby í dag var Filip Bundgaard, ið skoraði tvey tey fyrstu málini. Nicolai Vallys økti til 3-0.

 

HER síggjast málini Brøndby skoraði undan ferðini til Føroya:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix