Nýklaktu Conference League vinnararnir, Chelsea vóru á sigurskós móti brasilska liðnum, Flamengo í innleiðandi bólki D í HM-endaspælinum fyri felagslið.
Pedro Neto legði Chelsea á odda tíðliga í fyrra hálvleiki í dystinum, ið var spældur Lincoln Financial Field leikvøllinum í Philadelphia í Pennsylvania. Men upp á 21 minuttir í seinna hálvleiki vendi alt. Flamengo skoraði trý mál, og Nicolas Jackson hjá Chelsea fekk reyða kortið.
Flamengo-Chelsea 3-1 (0-1)
0-1 Pedro Neto ('13 )
1-1 Bruno Henrique ('62 )
2-1 Danilo ('65 )
3-1 Wallace Yan ('83 )
Flamengo hevur seks stig og Chelsea hevur trý stig. Esperance Tunis og Los Angeles FC spæla nú. Tey høvdu einki stig undan dystinum í kvøld.
Mikumorgun klokkan tvey eru dystirnir í triðja og seinasta umfarinum hesir: Chelsea-Esperance Tunis og Flamengo-Los Angeles FC.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Flamengo og Chelsea:
##med2##