Vilja vita tørvin á summaransing í Klaksvík

- Tilmeldingin til summaransing í Klaksvíkar kommunu er opin til og við mánadagin hin 11. mai

- Í ár er avgjørt, at dagstovnar í kommununi fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32, og tilmeldingin til summaransing er opin til og við mánadagin hin 11. mai.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

 

- Fyri at kenna veruliga tørvin og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna best møguligt, er ynskiligt, at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á summaransing.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at ein tílík skipan krevur góða planlegging, tí talan er bæði um nógv børn og starvsfólk, sum skulu halda sína summarfrí.

 

Víst verður á, at foreldur kunnu boða frá møguligari summaransing 2026 um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo