Endamálið við átakinum hjá skipinum Bandero var fyrst og fremst at fáa altjóða fjølmiðlar at varpa ljós á íslendsku hvalaveiðina.
Tað sigur umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson í samrøðu við íslendska kringvarpið RÚV.
Watson heldur, at ætlanin eydnaðist, hóast íslendskir myndugleikar tóku ræðið á skipinum, handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum.
– Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson.
Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalaveiðiskipini. Watson ákærir íslendsku sjóverjuna fyri at hava latið hvalaveiðiskipunum upplýsingar um, hvar Bandero var statt. Samstundis sløktu hvalaveiðiskipini sambært honum fyri staðsetingarútgerðini.
Watson og manningin avgjørdu tí at sigla inn um íslendska 12 fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum.
Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða tíðindasøgu, sum millum annað varð umrødd av CNN og Sky News.
Tvístøða um skipsskjølini
Íslendskir myndugleikar hava sett spurnartekin við, um skipsskjølini hjá Bandero vóru í gildi. Watson vísir aftur, at skipið ikki hevði røttu pappírini.
Hann sigur, at Bandero nýliga varð skrásett bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu kannað skipið og mett tað vera sjóført, áðrenn tað kom til Íslands.
Løgfrøðingar hjá felagsskapinum arbeiða nú við málinum og ætla at seta seg í samband við íslendsku havnarmyndugleikarnar.
Løgreglan kannar hendingarnar
Watson og felagsskapur hansara hava fingið harðar atfinningar fyri at royna at steðga vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á sjónum.
Watson vísir ákærunum aftur og sigur, at eingin enn er ákærdur ella dømdur.
Íslendska løgreglan kannar tó framvegis hendingarnar. Nógv próvtilfar er sambært løgregluni savnað, men roknað verður ikki við nakrari ákæru í næstum.
Millum annað verður kannað, um ein netarest varð sett í skrúvuna á einum skipi. Sambært RÚV finst ein upptøka av hendingini.
Watson sigur seg ikki vita um slíka hending. Hann vísir eisini aftur, at Bandero royndi at sigla á hvalaveiðiskipið Hval 9.
##med2##
Kallar haldleggingina ólógliga
Watson ákærir íslendsku løgregluna fyri at hava tikið teldur og telefonir frá manningini uttan neyðugt loyvi. Hann sigur eisini, at manningin ikki fekk løgfrøðiliga hjálp undir avhoyringunum.
Felagsskapurin hevur nú íslendskar løgfrøðingar at taka sær av málinum.
Watson sigur, at felagsskapurin sjálvur hevur próvtilfar um møgulig brot hjá hvalaveiðiskipunum. Hann nevnir millum annað ein hval, sum sambært honum varð raktur av fýra spreingiskutlum og livdi í umleið ein tíma eftir fyrsta skotið.
Hetta eru ákærur frá Watson og felagsskapi hansara.
Vil hava Bandero aftur
Av teimum 21 manningarlimunum eru 15 vístir úr Íslandi. Nakrir eru framvegis í landinum, tí teir koma úr londum, sum einki beinleiðis flogsamband er til úr Íslandi.
Sambært íslendsku reglunum krevst beinleiðis flogsamband, tá fólk verða send av landinum.
So fáir manningarlimir eru nú eftir, at ikki ber til at sigla Bandero úr Íslandi, sjálvt um skipið verður mett sjóført. Watson sigur, at arbeitt verður við at fáa skipið leysgivið.
Hann ætlar ikki at gevast við stríðnum móti íslendskari hvalaveiði.
– Tey kunnu kalla okkum, hvat tey vilja. Í 50 ár hava vit ikki skatt nakran, og vit eru ikki dømd fyri nakað álvarsligt brotsverk, sigur Paul Watson.
Kelda: RÚV












