Talan er um 87 prosent av samlaðu upphæddini, sum Nationalbankin hevði kallað inn. Nú eru donsku 1000-krónu seðlarnir úr 2009-røðini og eldri seðlar úr røðunum frá 1944, 1952, 1972 og 1997 ikki longur galdandi.
Størsti parturin av upphæddini stavar frá 1000-krónu seðlinum, har seðlar fyri meira enn 20,1 milliard krónur eru latnir inn.
Síðan 31. mai í fjør hava seðlarnir ikki verið galdandi sum gjaldoyra, men fram til sunnudagin bar framvegis til at býta teir um til nýggjar seðlar á serligum innlatingarstøðum í Keypmannahavn, Odense og Aarhus.
Seinastu dagarnar undan freistini vóru langar bíðirøðir uttan fyri innlatingarstøðini, og nógv fólk brúktu fleiri tímar upp á at fáa gomlu seðlarnar umskiftar.
Høvuðskassameistarin í Nationalbankanum, Niels Kaas, sigur, at innkallingin sum heild hevur gingið væl.
– Tað byggir á støddina á upphæddini, sum er latin inn, høga kunnleikastøðið hjá fólki og góða samstarvið við viðkomandi partar, sigur hann.
Tó viðgongur hann, at trýstið undan seinastu freistini var so stórt, at innlatingarstøðini ikki megnaðu at viðgera allar umsóknir beinanvegin. Tí vórðu fleiri mál bert skrásett, og Nationalbankin lat eisini upp fyri møguleikanum at skráseta seðlar á netinum.
Øll skrásett mál fara at verða liðugt viðgjørd komandi mánaðirnar, og tí væntar Nationalbankin, at samlaða upphæddin av innlatin gomlum seðlum fer at vaksa enn meira.











