12 góð javnaðarmál

Ein hendingarík tingseta er av, og seinastu vikurnar eru nógv góð javnaðarmál samtykt.

Í fleiri førum er talan um mál, sum hava ligið í politiskari naggatódn í áratíggjur. Her eru nøkur:

 

  • Vit fáa fleiri og bíligari bústaðir kring landið. Bústaðir hevur fingið heimild at byggja almannagagnligar leiguíbúðir saman við kommununum
  • Vit hava avtikið gyltu pensjónsskipanina hjá politikarum, og lønin verður IKKI hækkað
  • Søguliga stórur skattalætti er latin lág- og miðalløntum
  • Næmingatalið í flokkunum minkar, so meira tíð verður til einstaka næmingin
  • Hægri barsilsútgjald. Hægsta útgjaldið er farið úr 25 túsund í 30 túsund
  • Lovaða lønarlyftið til lægru løntu starvsfólkunum á umsorganarøkinum er framt
  • Vit hava fingið nýggja elveitingarlóg, sum styrkir SEV og setur ferð á grøna orkuskiftið
  • Føroyingar hava fingið frítt at fara í føroysku náttúruna – undir ábyrgd sjálvandi.
  • Breið semja um tøkugjøldini tryggjar Føroya fólki ein rímiligan og munandi part av tilfeingisrentuni í alivinnuni
  • Nýtt príseftirlit skal hava vakið eygað við stóra prísvøkstrinum
  • Nýggj felags pantiskipan, so til ber at sleppa av við øll íløt á sama stað
  • Serstøk upphædd sett av til at fáa bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum niður

 

Á myndini vantar okkara Jóhannes Joensen, sum var burturstaddur í seinastu viku.