15 lík skolaðu upp á land í Italia

Talan er helst um flóttafólk, sum hava roynt at komið sær um Miðjarðarhavið

Norska kringvarpið - NRK - eigur myndina, sum er tilvildarlig

Tíðindastovan NTB veit at siga, at í minsta lagi 15 lík eru skolað upp á land í Italia seinastu dagarnar.

 

Myndugleikarnir í Italia vænta, at talan er um flóttafólk, sum hava roynt at komið sær um Miðjarðarhavið.

 

Líkini eru funnin á strondini í Sisilia og á strondini í suðuritalsku regiónini, Calabria.

 

Sambært NTB vænta myndugleikarnir, at fólkini hava latið lív í vetrarstormum á havinum seinastu vikurnar.

 

 

 

Norska kringvarpið - NRK - eigur myndina, sum er tilvildarlig