Í kvøld vóru dystir á skránni í millumumfarinum í EHF European League.
Vilhelm Poulsen (myndin) og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á heimavølli 34-28 á kroatiska liðnum, Nexe. Tað gekk serliga væl í fyrra hálvleiki hjá Hannover, ið var á odda 18-11 í steðginum.
Vilhelm skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál (assist).
Hannover Burgdorf er fremst í bólki 4 við fýra stigum. Kadetten Schaffhausen úr Sveis hevur eisini fýra stig á øðrum plássinum.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus vunnu í bólki 2 á útivølli í Portugal 33-28 á Porto. Heimaliðið var á odda 17-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki vendi Skanderborg-Aarhus dystinum.
Jóhan var saman við Emil Buhl Lærke toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus. Teir skutu átta mál hvør.
Skanderborg-Aarhus er fremst í bólkinum við fýra stigum. Norska liðið, Elverum er nummar tvey, eisini við fýra stigum.
THW Kiel megnaði uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu at vinna 32-30 á útivølli móti Flensburg-Handewitt. Heimaliðið var á odda 15-13 í steðginum.
Kiel er einsamalt oddalið í bólki 1 við fullum stigatali, seks stigum fyri tríggjar dystir.
Kiel tók fýra stig við sær í millumumfarið. Hannover og Skanderborg-Aarhus tóku tvey stig við sær í millumumfarið.











