Í samband við at Ternan skal til árligt eftirlit 23. februar til 16. mars, kemur Teistin at røkja siglingina millum Havnina og Nólsoynna.
Hesum boðar Strandferðslan frá á ssl.fo í dag.
Fyrsti túrur hjá Teistanum verður tann 22. februrar kl. 13.00 av Havnini.
Ternan kemur aftur á Nólsoyarleiðina tann 30. mars, tá Teistin skal á beding.











