Í dag eru 30 ár liðin, síðani eitt Gulfstream III-flogfar hjá danska flogvápninum datt niður í Selvík á Sørvágsfirði undir innflúgvingini til Vága Floghavn.
Øll níggju umborð lótu lív. Millum tey deyðu vóru verjuovastin, admiralin Hans Jørgen Garde, kona hansara og fleiri høgir embætismenn í donsku verjuni. Annar flogskiparin var føroyingurin Djóni Askam úr Sørvági.
Vanlukkan hendi í ringum líkindum og er framvegis tann álvarsligasta einstaka flogvanlukkan í søgu donsku verjunnar.
Í sambandi við, at 30 ár eru liðin síðani vanlukkuna, hevur danska verjan givið út eina minningargrein um hendingina. Har verður dentur lagdur á bæði tey, sum lótu lív, og stóra arbeiðið, sum føroysk og donsk bjargingarfólk, myndugleikar og herfólk gjørdu í sambandi við vanlukkuna.
##med2##
Á minningardegnum verða minningarhald bæði í Føroyum og í Holmens Kirke í Keypmannahavn.
Í 2021 varð ein minnisvarði reistur við Sørvágsfjørð til minnis um tey níggju, sum lótu lív í vanlukkuni. Greinin staðfestir, at flogvanlukkan ikki bara er partur av søguni hjá donsku verjuni, men eisini ein týðandi partur av nýggjari føroyskari søgu.












