SF: Bjarki fer at syngja í Silvalandi

Bjarki, sum er kendur úr Hoydølum, hevur konsert á Summar Festivalinum

Hann var ein av bleiktrandi stjørnunum í sjónvarpsrøðini Hoydalar, sum Kringvarpið sendi fyrr í ár.

 

Bjarki Virgarsson Trondesen er úr Vestmanna, og hann hevði fleiri frálíkar tulkingar av kendum sangum í Hoydølum – ikki minst var hansara útgáva av sanginum "Spor í sandi" hjá Martini Joensen framúr. Sangurin fekk nýtt lív og varð eitt hitt.

 

Síðani luttøkuna í Hoydølum hevur Bjarki framført til ymisk tiltøk kring landið. Hann hevur eisini givið sín fyrsta sang út. Sangurin eitur "Fool" og kom út í mai mánaði.

 

Bjarki hevur framførslu í Silvalandi á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskifti.

 

Bjarki syngur fríggjakvøldið klokkan 18:30.

 

##med3##