Broytingar í endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum

Tvey lið eru tikin upp úr 1. deild upp at kappast í niðara bólkinum

Savnsmynd

FSF skrivar:

 

- Eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, eru broytingar gjørdar í endaspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum

 

——————

 

Fyrr í ár varð avgjørt at geva ovasta liðnum í 1. deild hjá kvinnum møguleikan at flyta upp í niðara bólk í endaspælinum í MeistaraDeildini. Og tá samanumkom var tað ÍF, sum tryggjaði sær hetta plássið.

 

Eftir at NSÍ síðani hevur valt at taka liðið úr kappingini, hevur Kappingarnevndin viðgjørt støðuna og komið fram til eina loysn fyri restina av kappingarárinum.

 

Avgerðin er, at Skála flytur úr niðara bólkinum og upp í ovara bólk í endaspælinum og tekur harvið plássið hjá NSÍ. Samstundis flytur FC Suðuroy upp úr 1. deild og í niðara bólk í endaspælinum, har felagið tekur plássið hjá Skála.

 

Við hesum verður talið av liðum varðveitt bæði í ovara og niðara bólkinum í endaspælinum, og kappingin kann halda fram sum upprunaliga ætlað.

 

Fyrsta umfar í endaspælinum hjá kvinnum er á skránni um eina viku, sunnudagin 9. august. Skrivar FSF.

 

Savnsmynd