- Tað eru ongar ætlaðar samráðingar í gongd millum Iran og USA, sigur talsmaðurin hjá iranska uttanríkisráðnum, Esmaeil Baghaei, sambært AFP-tíðindastovuni.
Hann leggur aftrat, at Iran ístaðin arbeiðir við at finna eina trygga loysn á siglingarleiðini um Hormussundið - eina fyribilsloysn, sum hann tekur til.
- Men, hetta letur seg ikki gera, fyrr enn USA gevst við sínari "aggressión" í Miðeystri.
Tað var um vikuskiftið, at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði, at nýggjar samráðingar við Iran fara í gongd seinnapartin í dag.
Í hesum sambandi segði forsetin seg eisini hava avblást eitt nýtt ætlað álop á Iran, eftir eina røð av álopum á landið seinastu tíðina.
Smbært amerikanska forsetanum vóru tað sameind lond hjá USA í Miðeystri, sum heittu á Donald Trump um at steðga við álopunum á Iran.
- Nú fáa vit at síggja, um tað fer at bera til at fáa í lag eina avtalu, legði forsetin aftrat, tá hann hitti tíðindafólk um vikuskiftið.











