Í hesum sambandi varð skipað fyri minningarhaldi í Sørvági, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, tók lut í.
Lesið eisini: 30 ár síðani flogvanlukkuna við Selvík
Minningarhaldið varð hildið við minnisvarðan fyri flogvanlukkuna, har Søren Gade, fólkatingsformaður, Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, og Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, bóru fram minningarrøður, áðrenn kransar vórðu lagdir til minnis um tey, sum lótu lív.
Eisini varð heiðurstekin latið føroyskum og donskum bjargingarfólkum sum viðurkenning fyri teirra avrik í sambandi við flogvanlukkuna.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














