750 dagar eru neyðugir – men órætturin móti bólki 5 má rættast

Eg taki undir við lógaruppskotinum hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026.

 

Hetta er ein neyðug avgerð. Gongdin í fiskidaganýtsluni vísir, at bátarnir hava brúkt allar sínar dagar. Uttan fleiri dagar verða útróðrarfólk noydd at leggja bátarnar, hóast tað viðrar, fiskur er at fáa, og møguleiki er at skapa inntøkur fyri bæði húsarhald og samfelag.

 

Men vit skulu eisini vera greið: Teir 750 dagarnir loysa eina akutta støðu. Teir loysa ikki grundleggjandi trupulleikan.

 

Bólkur 5 er skerdur við meira enn 70 prosentum

 

Tá fiskidagaskipanin varð sett í verk, hevði bólkur 5 umleið 22.000 fiskidagar. Í 2026 er talið komið niður á 6.468 dagar.

 

Bólkurin hevur sostatt mist 15.532 fiskidagar. Tað svarar til eina skerjing á 70,6 prosentum.

 

Hetta er ikki ein vanlig tillaging. Bólkur 5 er politiskt skerdur niður í minni enn ein triðing av upprunaliga dagatalinum.

 

Umsitingarætlanin, sum varð sett í verk 2021, skuldi tryggja eina stigvísa og frammanundan kenda tillaging. Meginreglan var, at fiskidagatalið skuldi lækka fimm prosent, vera óbroytt ella hækka fimm prosent.

 

Kortini fór talið úr 10.478 døgum í 2021 niður í 6.468 dagar í 2026. Tað er ein lækking á 38,3 prosentum eftir bert fimm árum.

 

Serliga álvarsamt er, at talið fór úr 9.456 døgum í 2023 niður í 7.565 dagar í 2024. Tað var ein skerjing á 20 prosentum – fýra ferðir tann broyting, sum 5-prosentreglan legði upp til. Síðani varð talið skert við 10 prosentum í 2025 og aftur við 5 prosentum í 2026.

 

Um eingin árlig skerjing var farin upp um 5 prosent, hevði bólkur 5 havt umleið 8.108 fiskidagar í 2026. Veruliga talið er 6.468 dagar.

 

Sjálvt við teimum 750 serstøku døgunum til bólk 5 B, verður samlaða talið bert 7.218 dagar. Tað er framvegis umleið 890 dagar undir teirri gongd, sum 5-prosentreglan hevði givið.

 

Teir 750 dagarnir rulla sostatt ikki tær óvanliga stóru skerjingarnar aftur. Teir bøta bert um ein part av muninum.

 

Semjan í arbeiðsbólkinum varð sett til viks

 

Tað er rætt, at 20 prosent skerjingin í 2024 varð gjørd eftir einum serligum tilmæli frá Havstovuni um at endurreisa toskastovnin. Men farið varð langt út um meginregluna, sum vinnan og arbeiðsbólkurin høvdu verið við til at gera.

 

Arbeiðsbólkurin var ikki samdur um at fara frá umsitingarætlanini og 5-prosentregluni. Kortini varð ætlanin sett til viks.

 

Tá ein umsitingarætlan kann verða broytt so grundleggjandi fá ár eftir, at hon er sett í verk, missir vinnan júst tað støðufestið og ta forsøgn, sum ætlanin skuldi tryggja.

 

Tað einasta rætta er tí at fara aftur til semjuna í arbeiðsbólkinum: fimm prosent niður, óbroytt ella fimm prosent upp. Hendan skipanin eigur at galda, til arbeiðsbólkurin hevur fingið semju um eina nýggja ella tillagaða umsitingarætlan.

 

Bólkur 5 hevur ikki somu møguleikar sum aðrir bólkar

 

Bólkur 5 hevur í høvuðsheitum bert Føroyagrunnin at troyta.

 

Størri skipabólkar hava í fleiri førum fingið fiskirættindi í íslendskum sjógvi, á Flemish Cap og á øðrum leiðum, samstundis sum teir hava varðveitt síni rættindi undir Føroyum.

 

Ein prosentvís skerjing rakar tí ikki allar bólkar eins. Tá ein bátur í bólki 5 missir fimm prosent av sínum døgum, er talan um eina beinleiðis skerjing í nærum øllum hansara veiðimøguleikum. Eitt størri fiskifar, sum eisini hevur atgongd til fremmandan sjógv, hevur aðrar møguleikar at leggja fiskiskapin um.

 

Harumframt hava aðrir bólkar havt betri møguleikar at flyta óbrúktar fiskidagar millum ár. Hjá bólki 5 eru túsundavís av tillutaðum fiskidøgum farnir fyri skeytið gjøgnum árini.

 

Ein avmarkað skipan varð gjørd fyri bólk 5 í 2025, men dagarnir vórðu tillutaðir so seint, at teir ikki kundu gagnnýtast. Teir 750 dagarnir, sum nú verða latnir, hava júst støði í hesum óbrúktu døgunum.

 

Ein varandi skipan eigur tí at gerast, so óbrúktir dagar kunnu flytast millum ár eins og hjá ørðum skipa bólkum.

 

Ein fiskidagur sigur ikki alt um veiðitrýstið

 

Bólkur 5 B er ein samansettur bólkur. Men høvuðstrupulleikin er ikki, at pensjónistar ella fólk, sum ikki hava útróður sum fulltíðarvinnu, brúka dagar. Tað eru politiskar avgerðir um samlaða dagatalið, sum hava skert bólkin við meira enn 70 prosentum.

 

Í dag kann ein avreiðing upp á 50, 100 ella 150 kilo telja sum ein heilur fiskidagur. Ein snellubátur kann vanliga bert fiska, meðan tað er ljóst, og er nógv meira bundin av veðri, vindi og streymi enn størri skip.

 

Ein skrásettur fiskidagur er tí ikki altíð ein neyv mynd av veruliga veiðitrýstinum.

 

Trolarar og størri línuskip kunnu eisini økja veiðuorkuna við nýggjari tøkni, betri útgerð og broyttum arbeiðshættum. Hjá smáum snellu- og húkabátum seta tal av snellum og húkum, bátastødd, manningn og veðrið natúrlig mørk.

 

Tí ber ikki uttan víðari til at siga, at fleiri fiskidagar til bólk 5 geva eina samsvarandi stóra øking í veiðitrýstinum. Vit mugu hyggja at veruligu veiðuni – ikki bara einum tali av døgum.

 

Smáfiskur og MSC skulu takast í álvara

 

Vit skulu sjálvandi verja fiskastovnarnar, og spurningurin um smáfisk skal takast í álvara.

 

Men tað kann gerast við málrættaðum friðingum, tekniskum reguleringum og øðrum verjutiltøkum. Loysnin eigur ikki bara at vera at skerja fiskidagarnar hjá teimum, sum frammanundan hava minst veiðuorku.

 

MSC-góðkenningarnar skulu eisini takast í álvara. Tær kunnu hava týdning fyri marknaðaratgongdina og serliga fyri virking og útflutning av ávísum fiskasløgum.

 

Men MSC má ikki brúkast sum eitt generelt nei-argument móti einari og hvørjari tillaging fyri bólk 5.

 

Um sagt verður, at 750 dagar seta eina MSC-góðkenning í vanda, eiga vit at fáa ítøkiliga at vita, hvør partur av treytunum verður hóttur, hvussu nógv veiðan væntast at økjast, og hvørjar fakligar útrokningar liggja aftanfyri.

 

Virðið av einari MSC-góðkenning er heldur ikki eins fyri øll fiskasløg og allar marknaðir. Tað er enntá víst á dømi um, at MSC-góðkend hýsa í tíðarskeiðum hevur fingið lægri prís enn hýsa uttan góðkenning. Tað merkir ikki, at MSC er uttan týdning, men tað vísir, at spurningurin er meira samansettur enn eitt einfalt ja ella nei.

 

Burðardygd og útróður eru ikki mótsetningar. Okkara uppgáva er at finna eina skipan, sum tryggjar bæði.

 

Sunnudagsbann loysir ikki trupulleikan

 

Tað hevur eisini verið skotið upp at loysa dagatrot við at banna bólki 5 at fiska sunnu- og halgidagar. Hví skal júst hesin bólkurin ikki fiska sunnudag? Allir aðrir fiska bæði sunnu- og halgidagar. Annað virksemi heldur eisini fram bæði sunnu- og halgidagar, til dømis steingja gistingarhús ikki sunnudag.

 

Hetta er ikki ein verulig loysn.

 

Smáir útróðrarbátar eru nógv meira bundnir av veðrinum enn størri skip. Tað kann vera ófiskandi í fleiri vikur, og tá tað aftur viðrar kanska sunnudag ella halgidag, er tað órímiligt, at júst bólkurin við minstu veiðuorkuni skal liggja bundin, meðan størri og enntá fremmand skip kunnu fiska.

 

Harumframt eru bert umleið 50 sunnudagar í einum ári. Eitt sunnudagsbann útvegar ikki teir fiskidagar, sum mangla í skipanini. Trupulleikin er, at ov fáir dagar eru tillutaðir. Tað verður ikki loyst við at leggja enn eina serliga avmarking á bólk 5.

 

Útróðurin er ein inngongd til fiskivinnuna

 

Vit skulu eisini tryggja ungum eina veruliga leið inn í fiskivinnuna.

 

Um krøvini til at flyta úr 5 B upp í 5 A verða ov høg, kann ein ringrás taka seg upp: Tú fært ikki nóg mikið av døgum, fyrr enn tú hevur fiskað nógv, men tú kanst ikki fiska nóg mikið, tí tú ikki hevur dagarnar.

 

Útróðurin er ein av fáu leiðunum, har eitt ungt fólk við arbeiðssemi, áræði og einum lutfalsliga avmarkaðum kapitali kann gerast sjálvstøðugt vinnurekandi og við tíðini byggja sær eina vinnu upp.

 

Hendan inngongdin má ikki stongjast.

 

Vinna, mentan og lív í bygdunum

 

Útróður er ikki bara eitt roknistykki um tons fyri hvønn fiskidag.

 

Útróðrarbátarnir koma vanliga til lands við fiskinum sama dag, sum hann er veiddur. Fiskurin er feskur, allur fiskurin verður gagnnýttur, og raksturin er sum heild lutfalsliga umhvørvisvinarligur.

 

Útróðurin skapar inntøkur hjá húsarhaldum, arbeiði á landi og virksemi í bygdum kring alt landið. Hann er eisini ein týðandi partur av okkara mentan og samleika. Kunnleiki, royndir og siðvenja verða latin frá einum ættarliði til tað næsta.

 

Tí fegnist eg um, at Bárður á Steig Nielsen hevur lagt uppskotið um teir 750 dagarnar fram, og eg fari at taka undir við tí.

 

Men uppskotið eigur at vera fyrsta stigið móti einari varandi og rættvísari loysn – ikki seinasta stigið.

 

Vit eiga at fara aftur til umsitingarætlanina, sum semja var um í arbeiðsbólkinum. Vit eiga at gera eina varandi skipan fyri óbrúktar dagar, hyggja at samlaðu veiðirættindunum hjá hvørjum skipabólki sær, verja smáfisk við málrættaðum tiltøkum, og tryggja ungum eina veruliga leið inn í vinnuna.

 

Lat okkum geva bólki 5 B 750 dagarnar nú.

 

Og lat okkum síðani rætta tann grundleggjandi órættin, sum bólkur 5 hevur verið fyri.

 

 

 

Fróði Magnussen 

 

løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin