Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, hevur sett 4.000 tons av føroysku svartkjaftakvotuni í 2026 av til vinnuligar fiskiroyndir.
Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum.
Tey, ið ætla at gera royndir í 2026 og fáa lut í kvotuni, skulu senda Uttanríkis- og fiskimálaráðnum umsókn.
Tá umsóknirnar verða viðgjørdar, verður serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.
Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir. Í umsóknini skal upplýsast, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi.
Umsóknarfreistin er á middegi fríggjadagin 25. september 2026.
Umsóknarblaðið er her.










