Kristina Háfoss við tá Norðurlond venda eyguni móti Eystursjónum og Arktis

Norðurlandaráðið vil styrkja samstarvið við baltisku londini, samstundis sum trygdarstøðan í Eystursjóvarøkinum er vorðin alsamt álvarsamari. Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, var við í norðurlendsku sendinevndini á ráðstevnu í Týsklandi.

Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, var við í norðurlendsku sendinevndini á árligu parlamentariska Eystursjóvarráðstevnuni, BSPC, í Lübeck í Týsklandi. Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á at styrkja samstarvið millum Norðurlond og baltisku londini. Mynd: Norðurlandaráðið**

Umboð fyri Norðurlandaráðið vóru frá 31. august til 1. september á árligu parlamentariska Eystursjóvarráðstevnuni, BSPC, í Lübeck í Týsklandi.

 

Millum luttakararnar í norðurlendsku sendinevndini var føroyska Kristina Háfoss, sum er stjóri í Norðurlandaráðnum. Eisini forsetin í Norðurlandaráðnum, Ville Väyrynen, var við.

 

BSPC er vorðið eitt av týdningarmestu altjóða forumunum fyri samstarv millum Norðurlond og baltisku londini. Øll tey átta norðurlendsku parlamentini og Norðurlandaráðið eru limir, og har hittast tey við umboð fyri millum annað Estland, Lettland, Litava, Týskland, Pólland og Evropatingið.

 

Trygdarstøðan í økinum fylti nógv á ráðstevnuni. Forsetin í Norðurlandaráðnum vísti millum annað á russiska skuggaflotan í Eystursjónum og vandan fyri kritiskum undirsjóvarkervi.

 

Hann legði samstundis dent á, at londini í økinum hava eitt felags ábyrgd fyri bæði trygdini og umhvørvinum í Eystursjónum.

 

Kríggið hjá Russlandi í Ukraina varð eisini tikið upp í endaligu samtyktini frá ráðstevnuni. Har varð millum annað staðfest, at stuðulin til Ukraina og til serliga útsett fólk undir kríggi eigur at halda fram.

 

Ungdómur hevði ein serligan leiklut á ráðstevnuni. 49 ung millum 18 og 30 ár úr øllum økinum vóru við og løgdu fram uppskot um millum annað tilbúgving, trygd, demokrati, vitlíki og umhvørvið í Eystursjónum. Fleiri av uppskotunum komu við í endaligu samtyktina.

 

Ísland tekur nú við formansskapinum í BSPC. Bryndís Haraldsdóttir verður nýggjur forseti, og yvirskriftin fyri komandi árið verður »From the Baltic to the Arctic, one democratic space«.

 

Harvið verður eisini størri dentur lagdur á sambandið millum trygdarpolitisku avbjóðingarnar í Eystursjónum og Arktis.

 

Næsta stóra BSPC-ráðstevnan verður í Reykjavík 29.–31. august 2027.

 

 

 

 

 

Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum, var við í norðurlendsku sendinevndini á árligu parlamentariska Eystursjóvarráðstevnuni, BSPC, í Lübeck í Týsklandi. Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á at styrkja samstarvið millum Norðurlond og baltisku londini. Mynd: Norðurlandaráðið**