Grindamannafelagið skrivar soleiðis í kvøld:
Sum øllum kunnugt, so hevur ein ákæra verið sett fram mótvegis sýslumanni og grindaformonnum í norðurøkinum. Felagið hevur arbeitt við at fáa lógina um djóravælferð broytta. Hettar arbeiðið kom loksins til enda, tá lógaruppskotið bleiv samtykt og lýst við gildiskomu tann 29 mai 2026.
Síðani hava vit bíðað eftir at hoyra frá ákæruvaldinum, um ákæran mótvegis hesum somu bleiv slept ella roynd í rættinum.
Nú hava avvarandi persónar so fingið at vita skrivliga, at øll ákæran móti teimum er slept, og teir eru ikki ákærdir longur.
Eitt tógvið stríð og miðvíst arbeiði er sostatt komið at enda og fegnast felagið nú um, at man aftur kann fara í grind og ikki vera bangin fyri, at vera meldaður eftir djóravælferðarlógini, og at allar ákærur eru sleptar, skrivar Grindamannafelagið í kvøld.











