Ákæruvaldið boðar nú frá, at tey hava kært dómin um kommunuvalið í Oyndarfirði.
Málið var fyri í Føroya Rætti síðst í februar. Úrslitið varð, at ákærdi maðurin varð fríkendur.
Maðurin var ákærdur fyri at hava broytt ein valseðil, soleiðis at hann varð ógildaður. Tað var tó ikki ein samdur rættur, sum frídømdi ákærda.
Eystari Landsrættur er í Føroyum í hesum døgum, har onnur mál verða viðgjørd.
Landsrætturin verður aftur í juni, men enn er ikki avgjørt, nær málið um valsvik í Oyndarfirði kemur fyri.











