FSF skrivar:
- Hósdagin var fótbóltsbreytin í Skúlanum á Fløtum á vitjan hjá FSF. Millum annað fingu næmingarnir innlit í, hvussu arbeiðið við fysisku menningina kring landsliðini verður skipað
——————
Javnan eru skúlaflokkar á vitjan hjá Fótbóltssambandi Føroya. Umframt rundvísing á Tórsvølli, fáa tey eisini innlit í ymisk evni, ið arbeitt verður við, og annars hvussu ein dagligdagur sær út í fyrisitingini hjá FSF.
Hósdagin var fótbóltsbreytin í Skúlanum á Fløtum á vitjan, og tey fingu millum annað eitt spennandi og læruríkt upplegg um fysiska venjing í fótbólti, sum Eli Nolsøe Leifsson, ið starvast sum fysiskur venjari hjá FSF, stóð fyri.
Í upplegginum greiddi Eli frá, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða miðvíst við fysikkinum hjá fótbóltsspælarum. Hann kom inn á evni sum styrkivenjing, skjótleika, skaðafyribyrging og hvussu ein kann leggja eina góða venjingarætlan, sum hóskar til krøvini í nútímans fótbólti.
Næmingarnir fingu eisini innlit í, hvussu arbeiðið við fysisku menningini verður skipað kring føroysku landsliðini, og hvussu venjing kann tillagast bæði ungum og vaksnum spælarum.
Uppleggið gav góða vitan og nógv hugskot, sum venjarar og spælarar kunnu taka við sær í dagliga arbeiðinum á vøllinum.
——————
Javnan eru skúlaflokkar á vitjan hjá Fótbóltssambandi Føroya. Umframt rundvísing á Tórsvølli, fáa tey eisini innlit í ymisk evni, ið arbeitt verður við, og annars hvussu ein dagligdagur sær út í fyrisitingini hjá FSF.
Hósdagin var fótbóltsbreytin í Skúlanum á Fløtum á vitjan, og tey fingu millum annað eitt spennandi og læruríkt upplegg um fysiska venjing í fótbólti, sum Eli Nolsøe Leifsson, ið starvast sum fysiskur venjari hjá FSF, stóð fyri.
Í upplegginum greiddi Eli frá, hvussu týdningarmikið tað er at arbeiða miðvíst við fysikkinum hjá fótbóltsspælarum. Hann kom inn á evni sum styrkivenjing, skjótleika, skaðafyribyrging og hvussu ein kann leggja eina góða venjingarætlan, sum hóskar til krøvini í nútímans fótbólti.
Næmingarnir fingu eisini innlit í, hvussu arbeiðið við fysisku menningini verður skipað kring føroysku landsliðini, og hvussu venjing kann tillagast bæði ungum og vaksnum spælarum.
Uppleggið gav góða vitan og nógv hugskot, sum venjarar og spælarar kunnu taka við sær í dagliga arbeiðinum á vøllinum. Skrivar FSF.











