Allan Norðberg (myndin), Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali eru ein sigur frá at vinna íslendska meistaraheitið.
Í triðu meistaraskapsfinaluna á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vann Valur í kvøld 32-30 á FH, og eru sostatt á odda 2-1 í meistaraskapsuppgerðini, har spælt verður best av fimm dystum.
Bjarni var við seks málum toppskjútti hjá Vali. Allan skoraði fýra mál, og hann var ein brandur í verjuni.











