Alvápnað løgreglufólk í Havnargøtum

Men talan er bara um venjing, siga tey á politistøðini í Havn

Hesa vikuna hevur løgreglan stórar venjingar í Havn. Av politistøðini siga tey, at í dag verða venjingar í Stoffalág og har um leiðir, sum Tjarnargarður er. Løgreglufólk verða sjónlig í býarmyndini har á leið, og tað vera tey frá nú av og líka til klokkan 17 seinnapartin.