Talan var um tveir bilar, sum vóru komnir úr tunlinum og koyrdu báðir sama veg. Tá so tann aftari yvirhálaði fremra bilin, hendi óhappið, tí samstundis snaraði fremri bilurin til vinstru móti vegnum, sum varð gjørdur í sambandi við Eiði2 verkætlanina.
Stoyturin var harður, og báðir bilarnir fóru illa, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Airbag brustu út í báðum bilunum, sum sigur eitt sindur um stoytin.
Tvey fólk vóru í hvørjum bili, men tey fingu ongan nevniverdan skaða.
Báðir bilførararnir vórðu skuldsettir. Annar fyri at yvirhála óforsvarliga, og hin fyri at snara út fyri ein, sum yvirhálar. Av tí at talan var um ferðafólk í øðrum bilinum, varð málið avgreitt á staðnum við skuldseting og bót.
Í hinum bilinum vóru eisini útlendingar, men tað vóru fólk, sum búgva í Føroyum. Tí verður teirra mál avgreitt á vanligan hátt.
Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um herverk í Havn, har onkur hevði mála okkurt grafittilíknandi upp á ein húsavegg. Har er eingin mistonktur enn, men arbeitt verður við málinum, sigur vaktleiðarin, sum heldur ikki í dag fær sagt meira um hendingina í Vestmanna, har ein bátur rendi inn í síðuna á Brimli. Har var fólkaskaði, og tyrlan boðsend at flyta ein persón til Havnar, meðan hini fólkini í bátinum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið við sjúkrabilum.












