Lars Løkke Rasmussen, formaður hjá Moderatunum, er ikki fegin um fráboðanin hjá Troels Lund Poulsen um eina bláa minnilutastjórn í Danmark. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Løkke heldur at Troels Lund Poulsen gevur upp

Moderatarnir fara til stjórnarsamráðingar klokkan 21, sigur Løkke, sum ikki fagnar VLAK-fráboðanini.

Lars Løkke Rasmussen, formaður hjá Moderatunum, er ikki fegin um fráboðanin hjá Troels Lund Poulsen um eina bláa minnilutastjórn í Danmark. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Politiski leiðarin hjá Moderatunum, Lars Løkke Rasmussen, metir ætlanina hjá Troels Lund Poulsen um eina VLAK-stjórn sum eina "royndarballón, sum ikki kann flúgva".

Tað sigur Løkke, eftir at kongligi kannarin Troels Lund Poulsen fyrr í morgun boðaði frá, at hann ætlar at skipa eina minnilutastjórn, sum er mannað við Vinstra, Liberal Alliance og Konservativu.

– Eg undrist eitt sindur, sigur Løkke eftir ein floksfund á Christiansborg.

– Eg meti tað eitt sindur sum eina royndarballón, sum ikki kann flúgva. Eg veit, at mandatið var stutt, 14 dagar. Men tað er undarligt, at hann gevst, tá fýra dagar eru eftir, sigur Løkke.

 

/Ritzau/

 

 

Lars Løkke Rasmussen, formaður hjá Moderatunum, er ikki fegin um fráboðanin hjá Troels Lund Poulsen um eina bláa minnilutastjórn í Danmark. Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix