Arbeiðsloysið minkað niður í 0,9 prosent

Í juli vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi. Tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør, vísa nýggj tøl hjá Hagstovu Føroya.

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør.

 

Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør.

 

Umroknað til fulltíðararbeiðsleys var talið 288. Tað eru 38 færri enn í juli í fjør.

 

Fulltíðararbeiðsloysi merkir, at tíðarskeiðini hjá teimum arbeiðsleysu verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja tey samanlagt sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

 

Fleiri arbeiðsleysir menn

 

Arbeiðsloysið var størri hjá monnum enn hjá kvinnum.

 

Í juli vóru 131 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri.

 

Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 171 menn arbeiðsleysir. Tað svarar til eitt arbeiðsloysi á eitt prosent og er ein minking á 0,2 prosentstig samanborið við juli í fjør.

 

Størst arbeiðsloysi í Suðuroy

 

Stórur munur var á arbeiðsloysinum kring landið.

 

Arbeiðsloysið var minst í Vágum og Norðoyggjum, har tað var 0,6 prosent. Í Suðuroy var tað hægst við 2,2 prosentum. Tó var arbeiðsloysið í Suðuroy 0,2 prosentstig lægri enn í juli í fjør.

 

Býtt eftir aldri var arbeiðsloysið størst millum tey 25–34 ára gomlu og tey 35–44 ára gomlu. Í báðum aldursbólkum var tað 1,3 prosent.

 

Minsta arbeiðsloysið var millum tey yngstu, 16–24 ár, og tey elstu, 55–66 ár. Hjá báðum bólkum var arbeiðsloysið 0,6 prosent.

 

40 langtíðararbeiðsleys

 

Størsti bólkurin av teimum arbeiðsleysu hevði verið uttan arbeiði í ein til tríggjar mánaðir. Tey vóru 35 prosent av øllum teimum arbeiðsleysu.

 

Í juli høvdu 40 fólk verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Tað svarar til 12 prosent av teimum arbeiðsleysu. Sambært Hagstovuni hevur talið av langtíðararbeiðsleysum verið rættiliga støðugt yvir tíð.

 

Uppgerðin fevnir um fólk í aldrinum 16–66 ár, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini ella Almannaverkinum, ikki hava arbeiði, eru tøk á arbeiðsmarknaðinum og virkin arbeiðssøkjandi.

 

Kelda: Hagstova Føroya