Argir 198 ár – 200 ár 9/5-2028

Ærgir tampardag 2026

ARGJA KIRKJA: Hvussu verður? Stendur nýggja kirkjan klár til hátíðardagin um knøpp 2ár? Grót er framvegis eitt ”MÁST”, tá kirkja skal smíðast á Argjum.

VIÐARLUNDARTJØRN: Gott hevði verið, um Tórshavnar kommuna (TK) gjørdi ætlaðu tjørnina í skúlaviðarlundini, nú 200 ára dagurin á Argjum nærkast. (Talan er um økið oman fyri Garðsgøtu / Støðlagøtu). 

BØGARÐARNIR: Gott hevði verið, um bøgarðarnir í heimbygdini hjá tiltiknu ”grótmonnunum” vórðu laðaðir upp aftur, nú dagurin nærkast. Kommunala viðarlundin er beint oman fyri bøgarðin, so her er helst talan um kommunala uppgávu, møguliga í samstarvi við privat. Bøgarðastøðan er syndarlig.

VIÐARLUNDIN: Nýggja viðarlundin undir Argjahamri er kærkomin, men har eru nógv trø følnað, serliga granntrø, so vónandi fer TK at endurplanta, nú dagurin nærkast. (Sakni balsamøsp!)

BYGDARHJARTAÐ: Vónandi fer TK at fríðka um upprunaøkið á Argjum (kring minnisvarðan og niðri í støðni), nú 200 ára dagurin nærkast!

SJÓSAVNIÐ: Hvussu langt man stórfingna verkætlanin við sjósavninum á Billutrøð á Argjum vera komin um 2 ár? Livst, so spyrst!

Við 198 ára argjakvøðu

Eyðun á Borg