At færri børn verða fødd styrk­ir bú­skap­in 15 mill­iard­ir

Færri børn kunnu styrkja almenna búskapin við 15 milliardum um árið

Nýggj gransking úr Danmark bendir á, at um talið av føddum børnum lækkar, er tað ikki neyðturviliga er ein fíggjarlig hóttan. Tvørturímóti kann tað styrkja almenna búskapin.

 

Tað vísir eitt granskingarverkætlan hjá Aarhus Universitet, sum ROCKWOOL Grunnurin hevur stuðlað.

Granskararnir hava roknað upp á eitt støði, har burðarrátan fellur úr umleið 1,7 niður í 1,3 børn fyri hvørja kvinnu.

Úrslitið er, at almenni búskapurin við tíðini kann batna við umleið 15 milliardum donskum krónum um árið fram móti árinum 2100.

– Í Danmark brúka vit nógvar almennar pengar upp á børn, dagstovnar og útbúgving. Tá færri børn verða fødd, verða hesar útreiðslurnar so nógv lægri, at sparingin verður størri enn missurin av eini minni arbeiðsmegi og lægri skattainntøkum, sigur Torben M. Andersen, professari í búskaparfrøði á Aarhus Universitet.

Vanliga verður hildið, at færri børn fara at gera tað truplari at fíggja vælferðarsamfelagið, tí arbeiðsfjøldin verður minni.

Men sambært granskingini er tað ikki gongdin í Danmark, tá hugt verður at búskapinum sum heild og í einum longri tíðarperspektivi.

Granskararnir vísa samstundis á, at úrslitini ikki kunnu flytast beinleiðis til onnur lond, tí skipanirnar í vælferðarsamfeløgunum eru ymiskar.

Danmark sker seg kortini burturúr, tí almennu útreiðslurnar til børn og ung eru so høgar, at ein lægri burðarráta gevur stórar sparingar.