B68 endar samstarvið við Alexander. Tað boðar Tofta Ítróttarfelag frá í kvøld. Sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi:
Aleksander Jovevic verður ikki venjari hjá B68 restina av kappingarárinum.
B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksander Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric.
B68 takkar Aleksander og Nenad fyri, at teir við stórum elduga hava lagt nógva tíð og orku í venjarastavið og ynskja teimum alt tað besta framyvir.
Í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn við nýggjum høvuðsvenjara og hjálparvenjara til venjaratoymið hjá besta mansliðnum hjá B68.
Nærri kunning kemur seinni, skrivar B68 í kvøld.
Nú tað resta sjey umfør av ársins landskapping í Meistaradeildini er B68 aftast við 15 stigum. Tað eru tvey stig fram til 07 Vestur og fimm stig fram til Skála ÍF og EB/Streym.
Næsti dystur hjá B68 verður sunnudagin í Gundadali ímóti B36.
.











